Handilstreytir

Gjald

Hjá Quinnac kanst tú gjalda við Dankort, Visa og MasterCard. Kostnaður av vøruni verður trektur av kortinum, tá Quinnac hevur sent vøruna.

Reservatión av upphædd

Við nýtslu av gjaldskorti, debit ella kredit, hendir ein reservatión av upphæddini, sum keypt verður fyri. Henda upphædd er reserverað inntil handilin hevur viðgjørt og sent tína bílegging. Tá bíleggingin er send, verður upphæddin trekt av kontuni. Reservatiónstíðin er treytað av vøruni.

Autorisering av debitkorti

Við debitkorti, sært tú, at peningurin er reserveraður á tíni konto og at tín tøki peningur stendur her at vera minni. Annullerar tú ella handilin eftirfylgjandi bíleggingina, så kan handilin ikke trekkja upphæddina, men reservatiónin vil framhaldandi galda í eina tíð. Legg merki til, at bert tín banki (ella kortútgevari) kann strika reservatiónina.

Autorisering av kreditkorti

Peningurin verður trektur av tínari kontu og síggjast, tá handilin viðgerð og trekkir upphæddina fyri tína bílegging.

Allar upphæddir á heimasíðuni eru við MVG.

Heimasíðan nýtir hetta gjaldoyra til prísáseting.
Danskar krónur (DKK)

Quinnac nýtir ein tryggan gjaldsservara, sum krypterar allar upplýsingar við  SSL protokol, sum merkir at tíni data eru trygg, og ikki kunnu lesast av øðrum uttanífrákomandi.

Útbering

Quinnac sendir vørur við Posta hvønn gerandisdag,  vanliga innan 24 tímar, aftaná bílegging. 

Vørur kunnu heintast sambært avtalu, og hetta er uttan kostnað. Teldupostur verður sendur, tá ið vøran er klár til avheinting.

Iðranarpolitikkur

Vit hava ein 14- daga iðranarpolitikk. Tað vil siga, at vøran tú hevur keypt kann latast inn aftur, innan 14 dagar frá tí degi vøran er móttikin. Útreiðslur fyri at senda vøru aftur hoyrir kundan til.

Iðran skal boðast frá hjá okkum í seinasta lagi 14 dagar eftir keypið, og frá iðranini skal vøran sendast aftur,  í seinasta lagi 14 dagar eftir fráboðanina um iðruna. Ynski at nýta iðranarrætt skal sendast sum teldupostur til info@quinnac.com. Í telupostinum skal tað tíðiliga merkjast, at tú vil nýta tín iðranarrætt.

 

Standur á vøruni, tá hon verður latin retur

Í samband við aftursending kanst tú kontakta okkum á info@quinnac.com. Vøran kann latast inn, um hon er í sama standi sum tá hon var keypt, óbrúkt, og í upprunaliga innpakninginum eftir móttøku.  Minst til at upplýsa kvitannina. Tú fær teldupost frá okkum, við upplýsingum um aftursendinga tilgongd. Vinarliga legg merkir til, at aftursenda vøra skal sendast til: Quinnac, Jóansgøta 22, 188 Hoyík.

Endurgjaldskrav

Vinarliga kanna støðuna á vøruni eftir móttøku. Set teg beinanvegin í samband við okkum, um vøran er skadd, hevur brek, ella um skeiv vøra er móttikin. Hetta er fyri at loyva okkum meta um málið og loysa trupulleikan. Sambært keypslógini hevur tú 2 árs endurgjaldskrav. Kravið bert fevnir um feilir í tilfari ella/og framleiðslu og skal meldast Quinnac í rímiligari tíð, eftir móttøku av vøruni. 

Reklamatión í sambandi við feil í tilfarinum ella/og framleiðslu skal meldast til Quinnac í rímiligari tíð, eftir móttóku av vøruni. 2 mánaðir eru roknaðir sum rímilig tíð, uttan at nakað annað er avtalað.  Quinnac ber kki útreiðslurnar fyri aftursending av vøruni.

Endurgjaldskrav fellur burtur við skeivari ella óvanligari handfaring av vøruni.

 Afturgjald

Vit siga frá, tá vit hava móttikið og kannað aftursendu vøruna, og boða frá, um endurgjald verður góðtikið ella ikki. Um tað verður góðtikið, verður upprunaliga gjaldið sjálvvirkandi endurgoldið innan 10 arbeiðsdagar.

Minst til, at tað kann taka tíð hjá bankanum ella gjaldskortsumsitaranum, at avgreiða endurgjaldið. Um fleiri enn 15 arbeiðsdagar eru gingnir, aftaná at endurgjald er góðtikið, so vinarliga kontakna okkum á info@quinnac.com.

Ynskir tú meira upplýsingar, set teg í samband við okkum á : quinnacboutique@gmail.com ella tlf. +298 211 144